Handilstreytir

Handilstreytir

  1. BÍLEGGING

Á www.rav.fo kanst tú bara bíleggja vørur umvegis okkara heimasíðu.

Upplýsingar um tekniskt data og specifikatiónir frá framleiðara ella seljara heimasíðu eru bara vegleiðandi. Keyparin hevur ábyrgd av at velja veitingina og tryggja, at keypið samsvarar við hansara ynskir. Kanna altíð framleiðarans heimasíðu fyri nýggjastu vørulýsingina.

Allir prísir á heimasíðuni eru í donskum krónum og eru íroknaðir MVG og onnur avgjøld. Prísirnir eru dagsprísir og bara galdandi við veiting til Føroyar. Vit taka fyrivarni fyri gjaldoyrabroytingar, force majeure og avgjaldsbroytingar.

Ein løgfrøðislig bindandi avtala millum teg og nethandilin er galdandi, tá tú móttekur eina ordraváttan ella rokning umvegis teldupost. Inntil tú hevur fingið hesa váttan ella rokning, hevur nethandilin rætt til at avlýsa bíleggingina heilt ella partvís, t.d. vegna feil í prísi ella útseldar vørur. Tá tú leggur eina bílegging á heimasíðuni, fært tú sjálvvirkandi eina váttan um, hvat tú hevur bílagt. Hetta er ikki ein bindandi avtala.

Prísbroytingar: Vit tilskila okkum rættin at broyta prísir uttan ávaring. Eftir eina tillaging skal ein nýggjur prísur góðkennast av kundanum, ella verður ordrin ógildaður. Vit tilskila okkum eisini rættin at ógilda avtalur, um ein greidligur feilur er uppstað.

  1. BETALING

Á www.rav.fo kanst tú rinda við:

  • Visa
  • Mastercard
  • Maestro

Upphæddin fyri vørurnar verður fyrst trekt, tá vørurnar verða sendar frá Rav.fo. Vit trekka ongantíð eina størri upphædd enn tú hevur góðkent.

  1. FRAKT

Vit brúka í høvuðsheitum Posta til levering. Veitingin er sambært treytunum hjá Posta. Móttakarin hevur skyldu til at kanna, um pakkin er skaddur við móttøku. Er pakkin sjónliga skaddur, mæla vit til, at tú noktar at móttaka hann ella viðmerkir á fraktbrævinum, at tú tekur ímóti við fyrivarni. Set teg síðani í samband við Rav.fo beinavegin.

Um tú ikki heintar tína sending rættstundis, verður vøran send aftur til Rav.fo. Kostnaðurin fyri fraktina verður trektur, áðrenn tú fært endurgjald.

  1. IÐRANARRÆTTUR

Tú kanst iðra teg um keypið innan 7 dagar eftir móttøku av vøruni.

Tú skalt innan 7 dagar boða okkum frá, um tú ynskir at iðra keypið. Hetta kann gerast við at senda ein teldupost til kundatænastuna á [email protected].

Kostnaðurin fyri at senda vøruna aftur verður goldin av keyparanum. Endurgjaldið verður mett út frá handilsligum virði á vøruni og standinum, tá hon verður latin Rav.fo. Vøran skal pakkast trygt, so hon ikki skaðast undir flutningi.

  1. REKLAMATIÓN

Tá tú keypur á www.rav.fo, hevur tú 24 mánaðar reklamatiónsrætt. Tó kann reklamatiónsrætturin vera avmarkaður av natúrligu livitíðini á vøruni, t.d. fyri battaríir, tónarar og blekkpatrónir.

Reklamatiónsrætturin fevnir um møguleikan at fáa vøruna umvælda, umbýtta, fáa pengar aftur ella fáa ein avsláttur, alt eftir støðuni. Hetta er tó bert galdandi, um tað verður staðfest, at tú hevur rætt til reklamatión og ikki sjálvur hevur elvt til skaðan.

  1. BRÚK AV REKLAMATIÓN

Reklamatión skal fremjast innan rímiliga tíð.

Um tú hevur keypt leysar partar til at seta saman í eina vøru, skalt tú bert senda tann partin, ið tú vil reklamera. Rav.fo hevur ikki ábyrgd fyri tap av data hjá kundanum og viðmælir altíð, at tú tekur backup av øllum data, áðrenn vøran verður send aftur.

  1. SERLIGAR TREYTIR FYRI VINNUKUNDAR

Vinnukundar hava ikki iðranarrætt. Reklamatiónsrætturin fyri vinnukundar er avmarkaður til 1 ár. Undantikið eru brúksvørur, ið bert hava 3 mánaðar reklamatiónsrætt.

  1. PERSÓNUPPLÝSINGAR

Fyri at keypa á heimasíðuni skalt tú skráseta fylgjandi upplýsingar:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost
  • Fyri vinnurekandi kann sendast ein ordri á [email protected]

Vit goyma tínar upplýsingar í 5 ár fyri at kunna veita tær vørur, síðani verða tær strikaðar. Vit lata ongar upplýsingar víðari til triðjapartar uttan fyri fraktfyritøkur.

Um tú vilt hava innlit í tínar skrásettu upplýsingar, ella vilt tú strika tær, kanst tú seta teg í samband við okkum á [email protected].