Hendan dátuverndarkunning (“kunning”, “kunningin”) gevur
innlit í, hvussu Norðmarkt (“vit”, “okkum”, “okkara”), viðger
persónupplýsingar, sum vit savna inn ella móttaka frá okkara kundum, gestum,
starvsfólki hjá okkara og veitarum ella frá øðrum triðjaparti.
Norðmarkt umfatar Nethandilin Rav.fo, og Tremmir.fo. ið eru nethandlar nethandlar.
Norðmarkt er dátuábyrgdari, tá vit gera av hvørji endamál,
og hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar. Tað er í hesum sambandi okkara
ábyrgd og skylda at verja allar persónupplýsingar, sum vit savna og viðgera sum
partur av virksemi okkara, so hesar verða viðgjørdar á tryggan og lógligan
hátt. Sum partur av okkara virksemi kunnu vit savna og viðgera
persónupplýsingar til ymisk endamál, harav vit hava ábyrgd av viðgerðini. Hesar
viðgerðir kunnu m.a. umfata:
Hugtakið persónupplýsing í hesari kunning er ásett í
breiðari merking og umfatar eina og hvørja upplýsing, sum beinleiðis ella
óbeinleiðis saman við øðrum upplýsingum kann eyðmerkja ein likamligan persón.
Í hesari kunning greiða vit frá, hvørji endamál vit savna og
viðgera persónupplýsingar fyri, og hvør heimildin fyri hesum er. Harumframt
verður greitt frá, hvussu vit verja tínar persónupplýsingar, og hvørji rættindi
tú hevur, sum vit hava skyldu at eftirlíka.
Okkara mál er, at tú kanst kenna teg tryggan, tá vit savna
og viðgera viðkomandi persónupplýsingar um teg. Í hesum sambandi raðfesta vit
dátuvernd og arbeiða áhaldandi við at betra um tøkniligu og bygnaðarligu
tiltøkini, sum skulu verða við til at tryggja, at tínar persónupplýsingar verða
viðgjørdar á tryggan og lógligan hátt.
Okkara viðgerð sum
dátuábyrgdari av tínum persónupplýsingum
Hvørjar upplýsingar vit savna og viðgera, velst um hvørja
tænastu vit veita einstaka persóninum, ella hvussu sambandið okkara millum
annars er háttað. Niðanfyri greiða vit nærri frá, hvussu persónupplýsingar
verða savnaðar og viðgjørdar sum partur av ymsu tænastunum.
Tá tú keypir í okkara nethandlum
Endamál: Tá tú keypir í okkara nethandlum, viðgera
vit viðkomandi persónupplýsingar við tí endamáli at kunna veita tær ynsktu
tænastuna og vøruna.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit skráseta
gjaldsupplýsingar.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina
avtalu við kundan (veiting av keyptum vørum).
Tá tú keypir útvið á okkara
nethandlum
Endamál: Tá tú bíleggur vørur frá okkara nethandlum,
og tá tú rindar fyri vøruna í hesum sambandi, viðgera vit ymsar
persónupplýsingar við tí endamálið, at kunna veita tær bíløgdu vøruna.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit skráseta
upplýsingar um bíleggingina, samskiftisupplýsingar, upplýsingar um
veitingarstað, gjaldkortupplýsingar o.t. umframt aðrar persónupplýsingar um
kundan, sum keypir vørurnar.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina
avtalu við kundan (avtala um keyp av vøru).
Tá tú samskiftir við okkum
umvegis teldupost
Endamál: Vit hava samskifti við okkara kundar,
samstarvspartar og starvsfólk umvegis teldupost. Tað eru ymisk endamál við
teldupostsamskiftinum, undir hesum endamál viðvíkjandi innanhýsis-, kunda-,
veitara-, og starvsfólkaumsiting.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera vanligar
samskiftisupplýsingar umframt aðrar dátur, sum viðskiftafólkið sendir okkum.
Teldupostsamskiftið kann harumframt umfata upplýsingar um annan triðjapersón,
sum avsendarin sendir okkum.
Heimild: Í sambandi við móttøku av telduposti er
viðgerðin grundað á okkara heimilaða áhugamál fyri at kunnu røkja okkara
samstarv við viðskiftafólk okkara og dagligu umsitingina av hesum samstarvi.
Aftrat hesum byggir eftirfylgjandi samskifti á tað viðgerðargrundarlag og
heimild, sum tilhoyrir tí viðgerð, sum málið snýr seg um.
Varðveitslutíðarskeið: Teldupostur verður vanliga
strikaðar innan 5 ár frá móttøku. Um tað fyriliggur eitt sakligt endamál fyri
at varðveita teldupostin í eitt longri tíðarskeið enn 5 ár, kann hetta verður
gjørt í tann mun, tað verður mett neyðugt fyri at røkja viðkomandi endamáli.
Tá tú samskiftir við okkum
umvegis sosialu miðlarnar
Endamál: NorðMarkt,
undir hesum okkara handlar og nethandlar, ið er sjónligt á sosialu miðlunum,
undir hesum Facebook, Instagram og TikTok. Tað eru ymisk endamál við okkara
nýtslu av sosialu miðlunum, sum m.a. kunnu umfata: At kunna eyðmerkja
møguleikar fyri at betra um verandi vørur og tænastur ella menning av nýggjum
vørum og tænastum; at svara fyrispurningum frá kundum, umframt at handfara
møguligar klagur; at varðveita hóskandi innlit hvørja umrøðu vit fáa á netinum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit kunnu viðgera
allar persónupplýsingar, sum tú letur okkum ella gjørt alment atkomuligar
umvegis okkara síður á sosialu miðlunum.
Heimild: Okkara nýtsla av sosialu miðlunum byggir á
okkara heimilaða áhugamál at røkja kundasambandið umframt og at vera sjónlig á
miðlunum.
Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingar, sum tú letur
okkum á sosialu miðlunum, kann verða varðveitt á miðlunum inntil tú velur at
strika hesar umvegis egnan brúkara.
Tá tú luttekur í
nøgdsemiskanningum og kappingum
Endamál: Tá vit skipa fyri nøgdsemiskanningum ella
kappingum, verður hetta gjørt fyri at kunna eyðmerkja møguleikar fyri at betra
um okkara vørur og tænastur ella sum partur av okkara marknaðaføringstiltøkum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera navn og
vanligar samskiftisupplýsingar, ella aðrar persónsupplýsingar, sum tú velur at
lata okkum.
Heimild: Okkara fyriskipan av nøgdsemiskanningum og
kappingum byggir á okkara heimilaðu áhugamál, ið eru at betra um okkara vørur
og tænastur, umframt at skipa okkara marknaðarføringstiltøk.
Endamál: Tá tú keypir gávukort frá okkum, viðgera vit
upplýsingar um teg ella móttakaran av gávukortinum fyri at kunna veita
gávukortið og umsita fíggjarligar upplýsingar um gávukortið.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera navn,
samskiftisupplýsingar og bústað hjá tí, sum keypir ella móttekur gávukortið.
Harumframt viðgera vit fíggjarligar upplýsingar um tøka upphædd á gávukortunum.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina
avtalu við kundan (veiting av gávukorti søla av vørum og tænastum). Vit fylgja
harumframt teimum rættarligu skyldunum, sum eru álagdar okkum sambært
bókhaldslógini og aðrari vinnuligari lóggávu í sambandi við fyrisiting av
fíggjarligu upplýsingunum viðvíkjandi gávukortunum.
Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingarnar verða goymdar
so leingi, peningurin ikki er brúktur, umframt eftir reglunum í bókhaldslógini.
Hetta verður gjørt, tí vit ynskja altíð at kunna geva kundanum sína vøru, um
kundin hevur keypt eitt gávukort frá okkum. Eisini hóast vanliga minstakrav av
tíð fyri nær eitt gávukort er galdandi er farið.
Endamál: Tá vit søkja eftir starvsfólki umvegis egnar
ella uttanhýsis miðlar, ella tá vit í aðrar mátar móttaka umsóknir um starv,
viðgera vit tær persónupplýsingar, ið verða latnar okkum fyri at kunna meta
førleikarnar hjá umsøkjara, ið kann føra til eitt starv hjá okkum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera vanligar
persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum. Persónupplýsingarnar kunnu
umfata navn, samskiftisupplýsingar, bústað, CV, próvtøl, myndir ella aðrar
upplýsingar, umsøkjarin velur at lata okkum. Hesir upplýsingar kunnu eisini
umfata persónupplýsingar um annan triðjapersón, um tað verður latið okkum sum
partur av setanartilgongdini.
Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða
áhugamál, ið er at viðgera og meta um umsóknirnar, umframt at skipa
setanartilgongdina og tryggja okkum nøktandi arbeiðsorku til virksemi okkara.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita móttiknar
umsóknir og annað tilfar frá setanartilgongdini, inntil setanartilgongdin er av
og upp til 1 ár eftir móttøku. Ávísir persónupplýsingar hjá teimum, sum verða
sett í starv, verða varðveittar yvir alla starvstíðina hjá viðkomandi.
Tá tú vitjar okkara
heimasíður, og vit nýta farspor
Endamál: Norðmarkt umsitur heimasíðuloysnir, m.a.
Rav.fo, Tremmir.fo
Okkara síður kunnu nýta farspor til ymisk endamál, undir
hesum neyðug farspor, sum tryggja virknaðin á síðuni og eina optimala
kundauppliving. Í øðrum sambandi kunnu vit, um samtykki verður latið okkum,
savna hagtøl um vitjanir fyri at eftirmeta síðurnar og betra um hesar. Grundað
á samtykki, kunnu vit eisini savnað upplýsingar til annan triðjapart (m.a.
Facebook og Google), sum verða nýtt til okkara marknaðarføringstiltøk.
Persónupplýsingar vit viðgera: Nærri kunning, um
hvørjar persónupplýsingar vit savna á einstøku síðunum, kann lesast á
viðkomandi síðu, sum tú hevur vitjað. Hendan kunning er tøk á skerminum, sum
kemur fram við fyrstu vitjan á síðuni.
Heimild: Okkara nýtsla av farsporum, ið eru neyðug
fyri at tryggja virknaðin á síðunum, er grundað á okkara heimilaða áhugamál at
veita vitjandi eina nøktandi uppliving á heimasíðunum. Tá vit skráseta hagtøl
ella nýta tínar persónupplýsingar til marknaðarføringstiltøk umvegis annan
triðjapart (m.a. Facebook og Google), verður hetta einans gjørt, um tú
frammanundan hevur givið okkum samtykki til endamálið.
Varðveitslutíðarskeið: Varðveitslutíðarskeiðið á
einstøku farsporunum er ymiskt. Kunning um varðveitslutíðarskeiðið er tøkt á
viðkomandi heimasíðum.
Okkara fyrisiting av vinnukunda- og veitarasamstørvum
Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja
okkara vinnukunda- og veitarasamstørv, undir hesum at stovna vinnukundar og
veitarar, veita vørur og tænastur, at fakturera og fyrisiting annars av
vinnukundum og veitarum.
Persónupplýsingar vit viðgera: Vit viðgera vanligar
upplýsingar um vinnukundar og veitarar, umframt persónupplýsingar um starvfólk
teirra.
Heimild: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða
áhugamál, ið er at kunna røkja okkara vinnukunda- og veitarasamstørv, umframt
at veita vørur og tænastur í hesum sambandi.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingar,
undir hesum ávísar persónupplýsingar, so leingi vinnukunda- og
veitarasamstarvið heldur fram.
Okkara arbeiði at eftirlíka
rættarligum skyldum
Endamál: Vit viðgera ymsar persónupplýsingar, tá
hetta er ásett í lóg, dómi ella sambært myndugleikaavgerð. Í hesum sambandi
hava vit eina rættarliga skyldu at eftirlíka galdandi reglum, sum m.a. kunnu
umfata skyldir viðvíkjandi bókhaldslógini og øðrum vinnufelagslógum, umframt
avgerðum frá løgregluni ella øðrum myndugleika.
Persónupplýsingar vit viðgera: Okkara arbeiði at
eftirlíka rættarligum skyldum kann umfata tær persónupplýsingar, sum viðkomandi
lóg, dómur ella myndugleikaavgerð áleggur okkum at fylgja. Viðgjørdar
persónupplýsingar kunnu m.a. umfata navn og samskiftisupplýsingar, upplýsingar
um keyp og bíleggingar.
Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu
eftirlíka teimum rættarligum skuldum, sum eru álagdar okkum at fylgja.
Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar,
so leingi hetta er neyðugt fyri at eftirlíka teimum rættarligu skyldunum, sum
eru álagdar okkum at fylgja. Varðveitslutíðarskeiðið kann sostatt verða ymiskt,
alt eftir hvør skyldan er ella hvat viðkomandi mál snýr seg um.
Móttakarar av
persónupplýsingum
KT-veitarar: Vit nýta ymsar tænastur og KT-veitarar
sum partur av okkara dagliga virksemi. Hetta umfatar veitarar av
bíleggingarskipanunum, nethandlum, umsiting og hýsing av heimasíðuloysnunum,
umframt veitarar av innanhýsis KT-skipanum til egna fyrisiting. Tá uttanhýsis
KT-veitarar viðgera persónupplýsingar vegna okkum, har vit hava ábyrgd av
upplýsingunum, tryggja vit, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran,
sum tryggjar eina nøktandi dátuvernd.
Flutningsveitarar: Flutningur av bíløgdum vørum
kann verða skipað í samstarvi við annan veitara. Í hesum sambandi kann navn og
samskiftisupplýsingar, umframt upplýsingar um bíleggingina verða latnar
flutningsveitaranum.
Løgreglan og almennir myndugleikar: Um tørvur verður
á tí, kunnu viðkomandi upplýsingar verða latnar løgregluni fyri at sannvísa
stuldur ella annað ólógligt virksemi.
Vit kunnu harumframt lata persónupplýsingar til aðrar
almennar myndugleikar, um hetta verður álagt okkum. Myndugleikar, sum kunnu
móttaka upplýsingar, kunnu vera TAKS, Almannaverkið, Arbeiðs- og
brunaeftirlitið, Heilsufrøðiliga starvsstovan ella annar viðkomandi
myndugleiki, sum áleggur okkum hetta.
KT-trygd og dátuvernd
Vit raðfesta tín privatlívsrætt og hava sett tøknilig og
bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á
tínum persónupplýsingum. Vit fremja regluligar uppfylgingar av okkara KT-trygd
og dátuvernd og raðfesta neyðugar betringar á tøkniligu og bygnaðarligu
tiltøkunum.
Gjaldskortupplýsingar
Tá tú við gjaldskorti keypir á einum av okkara heimasíðum,
verða tínar gjaldskortsupplýsingar fluttar í bronglaðum formi, so eingin kann
lesa hesar. Vit fáa ikki atgongd til tínar gjaldskortsupplýsingar, men verða
hesar viðgjørdar beinleiðis av einum av okkara gjaldskorttænastuveitarum, so
sum Nets.
Loyniorð- og innritingarupplýsingar
Tá tú í sambandi við bílegging ella keypi á netinum stovnar
brúkara og loyniorð á einum av okkara heimasíðum/nethandlum, verður títt
loyniorð bronglað undir flutningi og í varðveitslu. Hetta merkir, at vit ikki
kunnu síggja títt loyniorð.
Tú kanst altíð broyta ella stovna nýtt loyniorð. Henda
tilgongd er skipað soleiðis, at loyniorðið kann skiftast ella stovnast av
nýggjum á ein tryggan hátt.
Harumframt eru ta skipanir, ið goyma ávísan aktivitet hjá
brúkaranum, so sum nær keyp vera framd við meira.
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært
dátuverndarlógini, sum vit hava skyldu til at raðfesta og fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í
hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar
ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar
persónupplýsingar verða strikaðar, og at vit avmarka viðgerðina av tínum
persónupplýsingum ella nýta tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga
eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur
tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka
títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum
samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn
afturtøkan er framd.
Hevur tú spurningar um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum,
ella ynskir tú at nýta tíni rættindi, sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin
at seta teg í samband við okkum.
Hornagøta 5
100 Tórshavn
Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum
persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til
[email protected] og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í
sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður
víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.rav.fo.
Okkara dátuverndarkunning verður dagførd, tá ið viðkomandi
broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um
galdandi dátuverndarkunning.
Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 26. august
2024.